Forsíða
Um Galerie Focus
Adressa
Framsýning
Framsýningar
Listafólk
Verk til sølu
Kontakt

 

Anker Eli Petersen. Føddur, 1959

Anker Eli Petersen, listarmaður og skribentur. Føddur á Tvøroyri, uppvaksin í Havn. Seinastu 23 árini búsitandi á Norðursælandi í Danmark.

Sum listarmaður er Anker Eli mest kendur fyri sínar kollagukendu myndir, eitt litríkt mix av málningi, prenti og skurði. Stílurin er einfaldur og illustrativur og rættuliga serkendur.

Sum grafikari fæst Anker Eli mest við illustratión og sniðgeving, bæði í fysiskum skapi og á teldu. Hann hevur harafturat gjørt ørgrynni av frímerkjum fyri Posta seinastu 20 árini.

Myndevnið hevur oftast støði í frásøgnini, har veruleiki og frumsøgn flóta saman. Stundum ljóst og litríkt, stundum myrkt og dapurt - men ofta við einum lítlum skálkabrosi. Myndirnar hjá Anker Eli eru yvirhøvur tulkingar av umhvørvinum og tí mýtiska. Ein ásannan at lívið ikki bara er svart og hvítt, hvørki í tí stóra ella tí smáa. Nærumhvørvið hevur, so at siga, sama status sum hugsjónin.

Á framsýningini í Galerie Focus verða blandaðar myndir úr hesum hugaheiminum. Serliga markið millum skipan og ruðulleikan, tað mýtiska í tí gerandisliga, verður viðgjørt. Anker Eli er eisini kendur fyri at hava skrivað rættuliga fitt av sangtekstum, og onkur myndatulking av tí síðuni av virkseminum er eisini við.

1324. Hákunardrongur I, 51x41 cm

 

Att. Marianna Norðoy, Lambagerði 1, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

tlf. 00298 229876, marianna@galeriefocus.com

Framsýning í Galerie Focus er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18

Fernisering er fríggjadag kl. 16 til 18

Ímillum framsýningarnar eri eg at hitta á tlf. 00298 229876