Forsíða
Um Galerie Focus
Adressa
Framsýning
Framsýningar
Listafólk
Verk til sølu
Kontakt

 

Arnold Vegghamar. Føddur í 1937 og býr á Viðareiði

Arnold Vegghamar er útbúgvin silvur- og gullsmiður. Í Føroyum hevur Arnold Vegghamar m.a. havt stakframsýningar við málningum í Listaskálanum og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

170. Bygdalag, seld 892. av Helluni, 60x70 1693. Urð, seld
1699. Bygdalag, seld 1695. Eiðsvík, 60x70 1696. Eiðsvík, 60x70
1697. Bygdalag, seld 1698. Bygdalag, 40x50
1700. Bygdalag seld 1701. Bygdalag seld

Vincent van Gogh (1853-1890) spyr bróður sín, Theo, soleiðis: “Kundi tað ikki verið møguligt, at man sær eitt ting betur og rættari, tá man elskar tað, enn tá man ikki ger tað?”. Arnold Vegghamar málar náttúruna har norðuri á Viðoynni, lendingin, bygdin, hamrar og urðar – tað eru ikki vanligar nát-túrulýsingar, men heldur persónligar surrealistiskar tulkingar av landslagnum. Tað handlar ikki um, um tað líkist náttúruni, tað handlar um tann innara ósjónliga sannleikan – upplivingar, kenslur, sinnis-rørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøð-una, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu pensilsstrok og sterku litir ímynda tann innara ófriðin og fær alla náttúruna at liva og røra seg. Verðinsmyndin sær annaðleiðis út enn vit sansa – listamaðurin letur seg ikki leiða av passivt registrerandi virksemi, tá hann skoðar veruleikan, hann skapar sína egnu verðinsmynd bygda á vilja og skapanarmegi. Munur á góðari og vánaligari list er, millum annað, at góð list krevur nakað av sínum áhoyrara og áskoðara, meðan vánalig list ikki ger tað. Málning-arnir hjá Arnold Vegghamar krevja nakað av áskoðaranum.

Marianna Norðoy, 2007

 

Att. Marianna Norðoy, Lambagerði 1, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

tlf. 00298 229876, marianna@galeriefocus.com

Framsýning í Galerie Focus er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18

Fernisering er fríggjadag kl. 16 til 18

Ímillum framsýningarnar eri eg at hitta á tlf. 00298 229876