Forsíða
Um Galerie Focus
Adressa
Framsýning
Framsýningar
Listafólk
Verk til sølu
Kontakt

 

Eli Smith. Føddur, 1955 í Havn

Eli Smith hevur í fleiri ár nýtt grót, sum hann knúsar við mortara, eisini sand í øllum litbrigdum av gráum og nýtur litevnið til máling. Hann hevur roynt seg innan mangar myndlistaligar greinar, eitt nú eisini innan mosaikk.

Bæði í náttúruni í Føroyum og á sínum ferðum í útheim fær hann grót, sand, kol, marmor og annað tilfar sum hann nýtir til at gera stoffliga máling av. Tilfarið, sum Eli brúkar, er í seinastuni eisini aðrastaðni frá enn úr Føroyum. Eitt nú knúst marmor úr: Italia og Umanaq, knústur feittsteinur frá Nuuk leiðini og knúst jaspis. Eisini brúkar hann kol úr Hvalba, jákupsskeljar av Oyri og sand úr Søltuvík.

Myndevnið er føroyska landslagið - hagin, ofta ein fuglur (spógvin), onkuntíð eitt menniskja, áin og kanska laksur. Eli tekur bókstavliga tilfari úr náttúruni við sær inn í atelierið, fyri at geva sína týðing tann rætta litin. Tað er jørðin sum jørð, sum tað ræður um. Men kanska hevur tað eisini ein týdning, sum Guds skapanarverk - ein tøkk fyri Guds skapanarverk.

1669. Spógvar á fjøllum, 25x80

 

Att. Marianna Norðoy, Lambagerði 1, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

tlf. 00298 229876, marianna@galeriefocus.com

Framsýning í Galerie Focus er opin: týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18

Fernisering er fríggjadag kl. 16 til 18

Ímillum framsýningarnar eri eg at hitta á tlf. 00298 229876